etika Heimsins fyrsta
føroyska sushibarr. www.etika.fo Bílegg borð á etika.fo / Table Booking www.etika.fo
(207)

Takk øll tit, sum komu á gátt í gjár til almennu móttøkuna í okkara nýggju matstovu á Biskupstorginum í Klaksvík 🧡Vit er...
07/08/2026

Takk øll tit, sum komu á gátt í gjár til almennu móttøkuna í okkara nýggju matstovu á Biskupstorginum í Klaksvík 🧡

Vit eru bæði fegin og stolt av at lata okkara fjórðu etika-matstovu upp í Føroyum. Vit vóna, at norðoyingar og tey mongu, sum vitja í Norðoyggjum, fara at støkka inn á gólvið og fáa eina góða matuppliving 🍣🥢

✨ Etika letur upp í Klaksvík ✨Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til almenna móttøku í okkara nýggju matstovu á B...
05/08/2026

✨ Etika letur upp í Klaksvík ✨

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til almenna móttøku í okkara nýggju matstovu á Biskupstorgi 7.

Støkk inn á gólvið hósdagin 6. august millum kl. 15.00 og 17.00 og síggj hugnaligu hølini. Eisini bjóða vit okkurt ábit 🥢

Vit gleða okkum at síggja tykkum ❤️

Tænarar til etika í Klaksvík 🥢Í næstum letur etika upp nýggja matstovu á Biskupstorgi í Klaksvík, og í hesum sambandi le...
05/08/2026

Tænarar til etika í Klaksvík 🥢

Í næstum letur etika upp nýggja matstovu á Biskupstorgi í Klaksvík, og í hesum sambandi leita vit eftir tænarum at byrja skjótast gjørligt.

Hjá etika leggja vit stóran dent á góða tænastu, góða matuppliving og eitt arbeiðspláss, har starvsfólk trívast og mennast. Tú verður partur av einum spennandi og jaligum arbeiðsumhvørvi, har samstarv og gestablídni eru í hásæti.

Vit vænta, at tú:
• Ert tænastusinnað/ur og dámar væl at arbeiða við fólki.
• Ert fyrikomandi, álítandi og ábyrgdarfull/ur.
• Dugir væl at samstarva og hevur jaligan hugburð.

Tær nýtist ikki at hava royndir sum tænari. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra og menna teg innan tænarayrkið.

Um hetta ljóðar áhugavert, so send eina umsókn til [email protected].

Upplatingartíðir á ólavsøku 🇫🇴Etika á Áarvegnum: Stongt fyri útvið-bíleggingum. Opið inni. Etika á Høgabóli: Opið fyri ú...
24/07/2026

Upplatingartíðir á ólavsøku 🇫🇴

Etika á Áarvegnum: Stongt fyri útvið-bíleggingum. Opið inni.

Etika á Høgabóli: Opið fyri útvið-bíleggingum og inni

Etika á Sundsvegnum: Stongt

🎉 etika fyllir 17 ár í dag! 🇫🇴Tað merkir eisini, at 17 ár eru liðin, síðani fyrsta sushimatstovan í Føroyum lat upp. 🍣 Í...
07/07/2026

🎉 etika fyllir 17 ár í dag! 🇫🇴

Tað merkir eisini, at 17 ár eru liðin, síðani fyrsta sushimatstovan í Føroyum lat upp. 🍣 Í dag eru tríggjar etika-matstovur, og skjótt lata vit eina afturat upp.

Takk fyri, at tit hava vitjað okkum gjøgnum øll hesi árini. Vit gleða okkum til nógv góð ár afturat saman við tykkum! 🥂

Vit fylla 17 ár týsdagin 7. juli 🥳🍣🥢🎂Í hesum sambandi lata vit 17% í avsláttri av hesum vørum:• Allar pokéskálir• Allar ...
04/07/2026

Vit fylla 17 ár týsdagin 7. juli 🥳🍣🥢🎂

Í hesum sambandi lata vit 17% í avsláttri av hesum vørum:

• Allar pokéskálir
• Allar ebi-rullur (ebi-kill, ebi-grill, ebi-avokado og ebi-rulla)

Tilboðið er galdandi á øllum etika-matstovunum, bæði tá ið bílagt verður inni í matstovuni og útvið.

Tilboðið kann bert bíleggjast 7. juli.

Bílegg borð á www.etika.fo

Føroyingar hava altíð etið nógvan fisk, og fátækir ótu eisini tara. Í so máta er einki nýtt undir sólini og einki bein í sushi, hóast tú billar tær nakað fínari inn. Vit hava bara gjørt tað rátt og lekkurt og givið tí eitt eksotiskt navn. So einfalt og so gott. Væl gagnist!

Gott vikuskifti 🍣😎Etika er opið sum vanligt á Hvítusunnu 👌🏻
22/05/2026

Gott vikuskifti 🍣😎

Etika er opið sum vanligt á Hvítusunnu 👌🏻

Allar etika-matstovurnar hava opið sum vanligt í dag 🌸Bílegg borð ella útvið á www.etika.fo
14/05/2026

Allar etika-matstovurnar hava opið sum vanligt í dag 🌸

Bílegg borð ella útvið á www.etika.fo

Grøna gávan frá Etika varð í ár latin Ednulundini í Nólsoy 🍀Ednulundin er fríøki Norðuri í Stongum í Nólsoy, har ein fam...
08/05/2026

Grøna gávan frá Etika varð í ár latin Ednulundini í Nólsoy 🍀

Ednulundin er fríøki Norðuri í Stongum í Nólsoy, har ein familja hevur gróðursett yvir 1000 trø, bygt skýli og skapt eitt frálíkt náttúrustað til bæði Nólsoyingar og ferðafólk.

Ednulundin er ein sonn fyrimynd fyri, hvussu vit kunnu gera ein mun fyri okkara nærumhvørvi, fyri felagsskapin, og hvussu vit kunnu leggja okkurt gott eftir okkum til okkara eftirkomarar.

Hjartaliga tillukku 💚

Góð løta, gott selskap og sushi í heimsklassa! 🍣✨
03/05/2026

Góð løta, gott selskap og sushi í heimsklassa! 🍣✨

Adresse

Áarvegur 3
Tórshavn
100

Telefon

+298319319

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når etika sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til etika:

Genveje

Del