01/06/2026
Klubbin verður partur av Mentunarnáttini.
Ludvig Holberg, Kristin í Geil og Havnar Klubbi
Havnar Klubbi hevur eina forkunnuga framsýning av verkum hjá, m.a., Kristini í Geil (1877–1935). Kristin var fjølgávaður listamaður, blaðstjóri og yrkjari.
Áður enn sjónleikarhúsið í Havn varð tikið í nýtslu í 1926, fyri júst 100 árum síðan, vóru sjónleikir og upplestrarkvøld hildin í Havnar Klubba. Í 1908 varð sjónleikurin ”Ófriðarligar tíðir”, sum Kristin í Geil skrivaði, framførdur í klubbanum.
Leikir hjá Ludvig Holberg vóru eisini mangan á skránni, og til ein slíkan málaði Kristin fleiri leikmyndir á veggirnar í Kongasalinum. Flestir av hesum málningum eru varðveittir, teir vóru skornir úr vegginum og settir í rammu tá Klubbin varð umbygdur umleið 1990. Hesir verða at síggja mentanarnáttina.
Framsýningin er gjørd í samstarvi við Jón Sonna Jensen, og gevur eitt hugnaligt og áhugavert innlit í bæði list og søgu hjá húsinum.
Tiltakið byrjar kl. 17 í Havnar Klubba. Har sleppur tú at ganga eina lítla ferð aftur í tíð, gjøgnum Havnar Klubba við listarverkum hjá t.d. Mikines og Ingálvi av Reyni, og víðari niður gjøgnum gomlu trappuinngongdina, heilt til tú endar við gomlu bankaboksina – eitt stuttligt og øðrvísi upplivilsi.
Kom við, og uppliv eitt sindur av søgu og lokalari list í hugnaligum umhvørvi!