16/04/2026
🤩 Leiðari til Haps & Bowl 🤩
Dámar tær at ganga á odda, taka ábyrgd og arbeiða við fólki í einum livandi umhvørvi? So kanst tú vera tann, vit leita eftir. 🍔🎳
Haps & Bowl søkir nú eftir einum ágrýtnum, ábyrgdarfullum og savnandi leiðara til okkara toymi.
🔥 Um starvið
Sum leiðari verður tú ein týðandi partur av dagliga rakstrinum. Tú gongur á odda, tryggjar góða tænastu og høga góðsku, og ert við til at menna Haps & Bowl saman við okkara dugnaligu starvsfólkum.
🔥 Vit bjóða
• Ein livandi og fjølbroyttan arbeiðsdag
• Møguleika at seta títt egna fingramerki á arbeiðið
• Fleksiblar arbeiðstíðir, lagaðar eftir virkseminum
• Eitt hugnaligt og spennandi arbeiðsumhvørvi
🔥 Vit vænta, at tú
• ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/-ur
• hevur góð leiðsluevni og trívist væl við at arbeiða við fólki
• dugir væl at samstarva, men eisini at taka sjálvstøðugar avgerðir
• ert skipað/ur, eisini tá nógv er at gera
• hevur royndir innan matstovu- ella tænastuvinnuna (fyrimunur)
🖇️ Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.
📩 Umsókn og CV skulu sendast til [email protected]
📞 Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka á telefon 50 60 50