Fótbólts Quiz - Café Natúr

Ring Rutevejledning Website

Fótbólts Quiz - Café Natúr Kontaktoplysninger, kort og rutevejledning, kontaktformular, åbningstider, tjenester, bedømmelser, fotos, videoer og meddelelser fra Fótbólts Quiz - Café Natúr, Restaurant, Áarvegur 7, Tórshavn.

22/01/2013

!!FÓTBÓLTS QUIZ!!
Frá kl. 20:00 - 23:30 Leygardagin 26/01. verur tað fótbóltsquiz á loftinum á Cafe Natur.
Tað verða nokk eini 7-8 rundir, sum t.d. rundir um Premier League, La Liga, Seria A, Ja/Nei runda, Kári Reynheim rundan og sikkur aðrar.. So tað er at koma oman. Massar vátt at spæla um ;)

15/12/2012

Seria A.

1. Hvør er toppskytti í Seria A í løtuni?
Svar: Stephen El Sharawy

2. Hvør var tann fyrsti úttlenski málverjin hja Juventus.
Svar: Edwin van der Sar

3. Hvussi nógvir danskir leikarar hava spælt í Seria A (+/- 3)
Svar: 39

4. Milan og Inter hava vunni líka nógv meistaraheiti. Men hvussi nógv eru tað ?
Svar: 18

5. Ein svenskari spældi frá 1949 – 58 fyri Milan og Roma hann skoraði 225 mál í 259 dystum fyri hvør var hann
Svar: Gunnar Nordahl

6. Hvør Argentinari í hevur spælt yvir 820 dystir fyri Inter, men hevur bara scora 26 mál.?
Svar: Javier Zanetti

7. Í hvørjari season fekk Alessandro Del Piero debut?
Svar: 1993/94. Spældi 11 dystir og scoraði 5 mál.

8. Nær bleiv Lazio seinast italienskir meistarar?
Svar: 2000

9. Liverpool legendan Ian Rush spældi eina season í seria a. (87/88) Hvat lið spældi hann fyri.
Svar: Juventus

10. Hvør fyrrverandi Seria A leikari hevur kælinavni “ The Silver Fox “
Svar: Fabrizio Ravanelli

---

Ja/nei.

1. Hevur Ronaldo (Tann orginali) Nakraníð vunni CL?
Svar: Nei. Men øll 5 felag hann leikaði fyri í eruopa hava vunni CL.

2. Hevur ein domari nakrantíð givi sær sjálvum eitt reyðt kort?
Svar: Ja. (Dømi. Í 1998 gav Matrin Sylvester gær sjálvum eitt reyðt kort eftur at hava slegi ein leikara)

3. Hevur norska felagið Rosenborg vunni meistaraheiti fleri enn 25 ferð?
Svar: Nei teir hava vunni 22 ferð

4. Kann man vera offside, tá man kastar innkast?
Svar: Nei

5. Hevur Ungarn nakran tíð veri í HM finaluni?
Svar: Ja. 1983 & 1954

6. Hevur Jákup á Borg spælt nakran profesionellan dyst uttan fyri Føroyar.
Svar: Ja, 1 fyri OB.

7. Fekk Hristo Stoichkov í 1990 6 mðr leikbann tí hann trampaði á fótin á einum dómara?
Svar: Ja í einum dysti móti Real Madrid.

8. Er rekordin fyri at skora tað skjótasta Hattrick 90 sekund ?
Svar: Ja Tommy Ross hjá Ross County í móti Nairn County 1964.

9. Bliv Romenski Ion Radu í 1998 seldur frá Jiul til Valcea fyri 500kg av grísakjøti?
Svar: Ja

10. Trekti India seg frá HM í 1950 tí at FIFA ikki vildi læta leikarnar spæla við berum føtrum?
Svar: Ja !

---

Altjóða.

1. Hvat lið hevur vunni felst liga titlar í verðini nakran tíð?
Svar: Glasgow Rangers. 54 ferð. (Rangers og Celtic hava vunni samanlagt 97 liga titlar)

2. Hvat Japanskt lið spældi Michael Laudrup fyri frá 1996-97
Svar: Vissel Kobe

3. Hvat land hevur vunni African Cup of Nations oftast.
Svar: Egyptaland 7 titlar.

4. Ecuador er ein lítil fótbólts tjóð. Men teir hava ein av heimsins bestu Wing. Hvør er hann.
Svar: Antonio Valencia. Manchester United.

5. Á hvørjari Karibisku oygg eru hollensku landsliðsleikarnir Ruud Gullit, Clarence Seedorf og Jimmy Floyd Hasselbaink føddir?
Svar: Suriname.

6. Hvar verur HM hildi í 2018
Svar: Russland

7. Hvør er leikarin í heiminum í hevur spælt flest landsdystir. (Hann spælur enn)
Svar: Ahmed Hassan. Egyptaland. 184 dystir.

8. Hvør er All-Time toppskytti í tí dansku superligani?
Svar: Søren Fredriksen 139 mál.

9. Hvussi nógvar Superliga dystir spældi Todi fyri Lyngby og FCK. (+/- 10)
Svar: 243

10. Hvør fyrrverandi Amerikanskur landsliðsleikari bleiv kendur fyri sít stóra reyða hár og geydaskegg
Svar: Alexi Lallas

---

JA/NEI

1. Leikar Burnley á Turf Moor leikvøllinum?
Svar: Ja

2. Er Emmanuel Adebayor úr Togo?
Svar: Ja

3. Leikar Roberto Carlos fyri FC Anzhi í Russlandi?
Svar: Nei, hann er sports direktør

4. Er Claudio Caniggia yngri enn Gabriel Batistuta?
Svar: Nei, Claudio Caniggia er 2 ár eldri

5. Hevur Arnbjørn Hansen nakrantíð leikt við HB?
Svar: Ja

6. Er Gary Neville, eldri enn Phil Neville?
Svar: Ja

7. Er White Heart Lane, størri enn Anfield Road? Tá hugsa vit um hvussu nógvir áskoðarar kunnu hyggja
Svar: Nei, Anfield er størri

8. Leikti Matthew Le Tissier við øðrum feløgum enn Southampton? Tá hugsa vit í vaksnamannafótbóltið
Svar: Nei

9. Hevur Carlos Valderama leikt fyri Real Madrid?
Svar: Nei, hann leikti fyri spanska felagið Real Valladolid eitt stutt tíðarskeið

10. Er fyrrverandi leikarin, Trifon Ivanov, úr Kroatia?
Svar: Nei, Bulgaria

---

La Liga

1. Top 3 á toppskoraralistanum í La Liga, eru Messi, Falcao og síðan Ronaldo. Spurningurin er hesin. Hvussu nógv mál hava teir skora? 3 Stig at heinta.
Svar: Messi 23, Falcao 16 og Ronaldo 13

2. Vit leita eftir einum felagið sum leikar í La Liga. Felagið var sett á stovn í 1907. Tað er kent sum felagið fyri arbeiðarklassan í býnum. Tey ríku hildu við øðrum felagið.

Leikvøllurin tekur beint yvir 56.000 fólk. Higartil er tað einans blivið til ein La Liga tittul, og tvær ferðir hevur felagið vunnið Copa del Rey. Hvussu eitur felagið?
Svar: Real Betis

3. Argentinski Pablo Aimar hevur leikt við tveimum sponskum feløgum. Hvørji eru hesi? Eitt eyka poeng um man veit árið tá hann kom til spanskan fótbólt. 3 Stig at heinta.
Svar: Valencia, Zaragoza. Kom til spanskan fótbólt í 2001 frá River Plate.

4. Hvørji eru 3 tey mest vinnandi feløgini í Spania? Og tá hugsa vit einans um La Liga.
Svar: Real Madrid 32, FC Barcelona 21 og Atlético Madrid 9

5. Hvør var yngsti leikari sum megnaði at skora 100 mál í La Liga? Hetta var í kappingini 1999-2000
Svar: Raul Gonzalez Blanco, 22 ár og 293 dagar.

6. Í La Liga 2005-2006 megnaði ein leikari at skora eitt reint hattrick uppá einans 5 minuttir. Hetta var í móti Athletic Bilbao. Hvør er hesin leikarin?
Svar: David Villa, Valencia

7. Hvussu eitur venjarin hjá Malaga?
Svar: Manuel Pellegrini

8. Hvat felag leikar sínari heimadystir á "Estadio Ramón Sánchez Pizjuán" leikvøllinum. Hesin leikvøllur tekur 45.500 fólk.
Svar: Sevilla

9. Hvussu nógv stig fekk Real Madrid seinasta kappingarár? Hetta var met.
Svar: 100 Stig

10. 3 Feløg í bestu sponsku deildini, koma úr Madrid. Real Madrid og Atlético Madrid, men hvat er tað triðja?
Svar: Rayo Vallecano

---

Premier League:

1. Hvussi nógvar seasongir hevur málverjin David James spælt í premier league?
Svar: 18.

2. Hvat fyri lið hevur veri longst í premier league/1.division samanhangandi?
Svar: Arsenal. Síðani season 1919/20. 93 ár á ræð

3. Hvussi nógv lið hava spælt í Premier League síðani hon var stovna í 1992
Svar: 45.

4. Hvat fyri lið fekk bara 11 stig í seasongini 08/09
Svar: Derby County.

5. Ruud Gullit skifti frá Milan til hvat Premier League lið í 1995
Svar: Chelsea FC.

6. Premier League Player of the Year byrjaði eftur season 94/95 og vinnarin var Alen Shearer, men hvussi ofta hava verjileikarar vinni?
Svar: 3. Vidic 08/09 og 10/11, Kompany 11/12

7. Hvør leikar for frá Man Utd til Newcasle, sum partur av handlinum, tá Manchester keypti Andy Cole í 1995.
Svar: Keith Gillespie

8. Hvat lið hevur spælt 110 ár samanlagt í Premier League/1.Division
Svar: Everton

9. Hvørji núverandi premier league managers hava veri hjá teirra liðið longri enn 10 ár.
Svar: Sir Alex, 26+ ár, Arsene Wenger 16+ ár, David Moyse 10+ ár.

10. 3 Leikarar hava fingi 8 reyð kort í Premier League, í er rekordi fyri leikarar. Men hvør eru teir. 1 stig pr. Leikara.
Svar: Patrick Viera, Duncan Ferguson, Richard Dunne.

---

Kári Reynheim Rundan
Robbie Fowler

1. Fyri hvat felag leikti hann síni ungdómsár?
Svar: Liverpool

2. Hvussu ofta vann Robbie Fowler bestu deildina í Onglandi?
Svar: 0 ferðir

3. Hvør var venjari hjá Liverpool tá Robbie Fowler fekk debut á besta liðnum?
Svar: Graeme Souness

4. Hví fekk Liverpool liðið fyrst í 90inum eyknavnið "Spice boys"?
Svar: Søgur gingu um at Robbie Fowler fjasaðist við Emmu Bunton frá Spice Girls, og at Robbie Fowler, Jamie Redknapp, Stan Collymore, David James og Steve McManaman vóru

"Underachieving playboys"

5. Hvat felag helt hann við sum barn?
Svar: Everton

6. Hvussu nógv mál hevur Robbie Fowler skora fyri enska landsliðið? Tann bólkurin sum er tættast, fær stig!
Svar: 26 mál

7. í 2001 valdi Robbie Fowler at skifta felag eftir at venjarin hevði droppa hann. Hvør var venjari hjá Liverpool tá?
Svar: Gérard Houllier

8. Hvussu nógv mátti Leeds gjalda fyri Robbie Fowler? Tann bólkurin sum kemur tættast, vinnur. Svarast skal í enskum pundum.
Svar: £12

9. Hvussu høgur er Robbie Fowler? Tann bólkurin sum er tættast, fær stig!
Svar: 1.75m

10. Robbie Fowler hevur leikt fyri ikki færri enn 8 feløg, hvørji eru hesi feløg? 8 stig at heinta.
Svar: Liverpool, Leeds United, Manchester City, Cardiff City, Blackburn Rovers, North Queensland Fury, Perth Glory og Muangthong United

13/12/2012

Leygarkvøldið kl. 20 verður FótbóltsQuiz á loftinum á Café Natúr! Av rundum kunnu nevnast "HM/EM Rundan", "Altjóða fótbóltur", "La Liga", "Premier League", "Seria A", "Føroyskur kvinnufótbóltur", "Ja/Nei Rundan" og sjálvandi eisini "Kári Reynheim Rundan". Eisini verður møguligt at bjóða av í einstaklingakapping í millum rundirnar! Vælumtøkti hatturin við fótbóltsspurningum verður eisini í barruni, so veit tú nógv, er møguligt at drekka ómetaliga bíligt! Vertir verða eg og Óli Bazinga! Vónandi bera tit orðini víðari! :)

09/06/2012

Í kvøld verður Fótbólts Quiz á loftinum á Café Natúr! Vit byrja kl. 22.00! :)

Rundirnar eru hesar... "Effo Deildin 2012", "Evropeiskur fótbóltur aftaná ár 2000". "Kvinnufótbóltur", "HM/EM" og "Kári Reynheim Rundan"! :)

25/05/2012

Fríggjadagin 8. juni verður væl umtókta fótbóltsquizzin aftur, vónandi møta fólk fjølment..

18/11/2011

Fótbólts Quiz á loftinum á CN kl. 20! Hopi tit royna at skaffa fólk, so tað kann blíva eitt afturvendandi tiltak! :)

16/11/2011

FótbóltsQuiz er á loftinum á Cafe Natúr kl. 20.00 fríggjakvøld! :) Komi nú nógvir! :)

Adresse

Áarvegur 7
Tórshavn
FO100

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Fótbólts Quiz - Café Natúr offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del

Kategori