Bygdarfelagið Varðin

Bygdarfelagið Varðin Kontaktoplysninger, kort og rutevejledning, kontaktformular, åbningstider, tjenester, bedømmelser, fotos, videoer og meddelelser fra Bygdarfelagið Varðin, Áarvegur 1, Hósvík.

Bygdarhúsið í Hósvík verður leiga út til brúdleyp, føðingardag, jólafrokost, seturskúla og mangt annað. 🎊

Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á [email protected] ella á tlf. 919420 eftir vanliga arbeiðstíð🤗

14/07/2026
14/07/2026

HM-fótbóltur í bygdarhúsinum⚽️🏆

Kom og hygg eftir HM á stórskíggja í bygdarhúsinum! Vit visa hesar dystirnar:

Týsdagin 14/7 kl. 20
📍Hálvfinala: Frankaríki🇫🇷 - Spania🇪🇸

Mikudagin 15/7 kl. 20
📍Hálvfinala: Ongland🏴󠁧󠁢󠁥󠁮󠁧󠁿 - Argentina🇦🇷

Sunnudagin 19/7 kl. 20
📍HM finala🏆🎉

Dyrnar lata upp kl. 19:30, og øll eru vælkomin!

Send a message to learn more

05/07/2026

Kom og ver við! ⤵️

♻️ Endurnýtslu- og heimavirkað søla á Sundalagsstevnuni í Hósvík 🛍️

Á Sundalagsstevnuni 15.–19. juli hevur tú møguleikan at selja endurnýtslulutir og heimavirkaðar vørur.
📍Tiltakið verður í Hósvíkar skúla.

💰 Luttøkugjald: 250 kr. fyri allar dagarnar.

👍 Tey sum selja kunnu skiftast, tí er bert neyðugt við áleið 3 tímum í part.

📩 Ynskir tú at vera við? Send boð til Bygdarfelagið Varðan her á facebook.

18/03/2026

Limagjald

Til tykkum, sum ynskja at halda áfram ella gerast nýggir limir hjá Bygdarfelagnum Varðin, so er tíðin komin at gjalda limagjald fyri 2026.
Hetta kann gerast við at flyta 100 kr á konto 9181 4266279 og viðmerkja navn.

Fyrimunir við at vera limur:
- Ókeypis at lána borð, stólar, bestikk osv.
- Bíligari leiga av húsinum

Prísir fyri at leiga bygdarhúsið 2026:
Vikuskiftisprísir:
- Salur uppiá: 4.500 kr
- Hálvur salur: 3.000 kr
Dagsprísir:
- Gerandisdagar: 750 kr
- Vikuskiftinum: 2500 kr
Møguleiki er eisini at bíleggja húsið við vasking, spyr okkum um prís.

Smærri tiltøk, sum eru til frama fyri trivnaðin í bygdini, eru ikki fevnd av hesum prísum. Spyrji okkum endiliga, um tit vilja brúka húsið 😊

Heilsan nevndin

Tanja, Jórunn Maria, Jóannes, Anna Margreta, Eva, Teitur, Martina

15/03/2026

Aðalfundur hevur verið í dag, og hevur nevndin skipað seg.

Forkvinna: Tanja Hoydal Poulsen
Næstforkvinna: Jórunn Maria Dalsgaard
Kassameistari: Jóannes Olsen
Skrivari: Anna Margreta Hansen
Nevndarlimur: Eva Vilhelm

1. eykalimur: Teitur Lykke Mikkjalson
2. eykalimur: Martina M. Djurhuus

SKALT TÚ HALDA VEITSLU ? 💃🕺Bygdarhúsið í Hósvík verður leigað út til brúdleyp, føðingardag, jólafrokost, fyrilestur, set...
02/01/2026

SKALT TÚ HALDA VEITSLU ? 💃🕺

Bygdarhúsið í Hósvík verður leigað út til brúdleyp, føðingardag, jólafrokost, fyrilestur, seturskúla og mangt annað. 🎊

Vælumtókti kokkurin MATsmiðjan hjá Ruben er eisini í húsinum, og tí er upplagt at gera avtalu við hann um mat til veitsluna. 🍴👨‍🍳

Set teg í samband við okkum á tlf. 520309 ella [email protected] um tú hevur spurningar🤗

Adresse

Áarvegur 1
Hósvík
420

Telefon

+298504450

Website

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Bygdarfelagið Varðin offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Bygdarfelagið Varðin:

Genveje

Del